So heitt verður tað á oyggjaleikum

Fyrstu veðurforsøgnirnar vænta sól og nógvan hita hvønn dag.

 

Um smáar tvær vikur byrja oyggjaleikirnir á Gibraltar, har Føroyar hesaferð luttaka við íðkarum úr 10 ymiskum ítróttargreinum.

Fyrstu veðurforsagnirnar røkka nú inn í oyggjaleikavikuna, og júst sum væntað sambært veðurlagnum har um leiðir, so verður veðrið gott.

Sambært amerikonsku veðurstovuni Accuweather fer hitin at liggja støðugt um 25 og 27 stig allar kappingardagarnar. Um næturnar fer hitin niður á 16-18 stig.

Flestu dagarnar verður sagt frá klárum himli, og hóast tað summar dagar verður sagt frá skýggjað í støðum, so verður ikki roknað við regni nakran av døgunum.

Oyggjaleikirnir eru í døgunum 6. til 12. juli.