So nær við fyrsta føroyska kurvabóltssigurin

Føroyar spældu sín besta landsdyst nakrantíð, men mistu sigurin eftir trivaliga leiðslu

Myndir og samrøður koma seinni

 

Føroyska kurvabóltslandsliðið hevur júst spælt sín fyrsta dyst við oyggjaleikir, og tað endaði við teprum 79-74 ósigri ímóti Jersey.

 

Føroyar hava ongantíð vunnið ein landsdyst í kurvabólti, men í morgun var so sera nær við. Føroyar vundu burtur úr Jersey í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki broytti Jersey spælskipan.

Jersey byrjaði trýstið longu á føroysku hálvuni, og setti fjáltur í føroysku leikararnar. Í seinasta fjórðingi slapp Jersey fram um, eftir at Føroyar høvdu havt trivaliga leiðslu meginpartin av dystinum.

Munurin gjørdist serliga at Jersey legði seg seks stig fram um við tveimum trýstigs-skotum, og hetta gjørdist munurin at enda. Seinasti føroyski neyvleikin vantaði, meðan royndirnar hjá Jersey mundu gera sítt eisini.

 

At enda gjørdist tað enn ein ósigur hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum, men kortini flottasti dystur higartil hjá Føroyum, og ein situr við kensluni av at skjótt fara hasir dystirnir eisini at koppa føroyska vegin