Søgan sigur stórsigur í Streymnesi

Men avrikið í Gundadali vísti, at EB/Streymur megnar so væl skipað verjuspæl, at tað kann verða torført at skjóta nógv mál

Rógvi Egilstoft Nielsen spælir nú við NSÍ. Undanfarnu árini hevur hann verið lyklaspælari í EB/Streymi, sum í dag fær vitjan av NSÍ

Rógvi Egilstoft Nielsen spælir nú við NSÍ. Undanfarnu árini hevur hann verið lyklaspælari í EB/Streymi, sum í dag fær vitjan av NSÍ

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Streymnesi, har NSÍ fer at vitja EB/Streym.

NSÍ hevur ofta skotið nógv mál ímóti teimum longri niðri á støðutalvuni. Tølini siga, at NSÍ fleiri ferðir hevur skrædlað EB/Streym á útivølli. Týsdagin verður tað eitt ár síðani, at NSÍ vann NSÍ 8-1 í Hólmanum á Eiði, og leygardagin vera tað fimm ár síðani, at NSÍ vann 8-0 við Margáir.

Í Gundadali næstsíðsta leygardag tapti EB/Streymur 1-0 ímóti HB. Tá var fram ímóti dystarenda um reppið, at EB/Streymur javnaði.

Spurningurin er nú, um EB/Streymur í dag fer at vera í verjukendu útgávuni, sum liðið var í fyrstu 80 minuttirnar í Gundadali ella í álopskendu útgávuni, sum liðið var í síðstu tíggju minuttirnar í Gundadali.

-Hugburðurin var góður, og verjuspælið var væl skipað ímóti HB. Tá spældu vit bara síðstu 10 minuttirnar álopsspæl, og vit vunnu okkum til góðar møguleikar. Vit vita, at vit eru betri í fótbóltsspæli, og tað fara vit heilt víst at síggja meiri til, sigur EB/Streymavenjarin Jákup Martin Joensen.

Ímóti NSÍ í Streymnesi seint seinnapartin í dag verður Árni G. Olsen ikki við, tí hann er leikbannaður eftir útvísingina í Gundadali. Fannhard Skoradal og Bjarki Zachariassen eru báðir darvaðir av skaða í lærkrikanum.

Nýggi NSÍ venjarin, Glenn Ståhl, var væl nøgdur eftir 3-1 heimasigurin ímóti TB.

Í dag skal hann fyrstu ferð hava ábyrgdina av NSÍ liðnum á útivølli.

-Ímóti TB spældu vit væl í fyrra hálvleiki, meðan tað sást væl í seinna hálvleiki, tá ið Klæmint noyddist av vøllinum. Klæmint bløddi í vørrini, og tað er sera týdningarmikið, at hann er tøkur aftur, tí hann er ikki bara málskjútti, men eisini liðformaður og leiðari á vøllinum, sigur Glenn Ståhl.

Miðverjin Jóhan Troest Davidsen er tøkur aftur eftir leikbann. Ein annar av miðverjunum, Oddur Á. Højgaard, var ikki við ímóti TB, tí hann er darvaður av skaða í fótinum. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.

Rógvi Egilstoft Nielsen spælir nú við NSÍ. Undanfarnu árini hevur hann verið lyklaspælari í EB/Streymi, sum í dag fær vitjan av NSÍ