Søguliga stórt tap hjá Guardiola

Premier League: Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt lið hjá Pep Guardiola latið fimm mál inn

Tað er bæði VAR-dramatikkur og málrok í fyrstu umførunum í Premier League. Í dag hava fýra dystir í 3. umfari verið. Millum sjokk-úrslitini er ein 5-2 sigur hjá Leicester á Manchester City, og ein 4-0 sigur til West Ham á Wolverhampton.

Jamie Vardy er dagsins hetja í Premier League. Hann skoraði, sum bara tann annar í søguni, eitt hattrik móti einum liðið hjá Pep Guardiola. Hin er Lionel Messi, sum Pep Guardiola eisini hevur verið venjari hjá í FC Barcelona.

Leicester City vann heldur óvæntað heili 5-2 á Etihad leikvøllunum í Manchester í dag. Hetta er fyrstu ferð, at eitt lið hjá Pep Guardiola hevur latið fimm mál inn í einum og sama dysti. Hann hevur verið venjari hjá FC Barcelona, Bayern Munchen og nú Manchester City.

##med2##

Jamie Vardy skoraði ikki bara hatteik, men var eisini klárt besti maður á vøllinum. Gongdin í dystinum og úrslitið hevur fingið fleiri viðmerkjarar at endurtaka, at Manchester City manglar ein sterkan verjuspælara.

##med3##

Wolverhampton hevur verið eitt fríkst – portugisiskt – íkast í Premier League seinastu árini, men í dag taptu teir greitt fyri West Ham, sum vann heili 4-0. Wolverhampton hevur greið sambond til Portugal, men í dag riggaði lítið. West Ham vann fult uppiborið.

Tíðliga fyrrapartin vann Leeds 1-0 á Sheffield United. Sigurin kom ikki í hús fyrr enn í seinastu minuttunum, tá Patrick Bamford stútaði eitt innlegg í málið. Fjórði dysturin endaði í dramatikki, tá Newcastle nærmast stjól eitt stig á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham.

Teir fingu eitt umstrítt brotsspark móti dystarenda, eftir at Lucas Moura hevði lagt Tottenham á odda í fyrra hálvleiki. Callum Wilson, sum er komin til Newcastle í stegðinum frá niðurflutta AFC Bournemouth, skoraði upp á brotssparkið.

 ##med4##

Í morgin verða tveir teir seinastu dystirnir í 3. umfari. Klokkan 17.45 spæla Fulham og Aston Villa. Klokkan 20 verður dystur millum Liverpool og Arsenal.

1Leicester330012:49
2Everton33008:39
3Arsenal22005:16
4Liverpool22006:36
5Crystal Palace32015:36
6Leeds32018:76
7Tottenham31116:44
8Chelsea31116:64
9Newcastle31113:44
10West Ham31025:43
11Aston Villa11001:03
12Brighton31026:63
13Man City21015:63
14Man Utd21014:53
15Southampton31023:63
16Wolves31023:73
17WBA30125:111
18Burnley20022:50
19Fulham20023:70
20Sheffield Utd30030:40