Søguligur norskur sigur í skískjóting

Norðmenn fegnast at Marte Olsbu Røiseland í dag vann sítt sjeynda heiðursmerki við HM í skískjóting. Tað hevur ongin áður megnað.

Marta Olsbu Røiseland (í miðjuni) eftir sítt fimta HM-gull hesa vikuna.

Marta Olsbu Røiseland (í miðjuni) eftir sítt fimta HM-gull hesa vikuna.

HM í skískjóting er í hesum døgum í býnum Anterselva í Tyrol í Italia,sum altíð ans í grannalondum okkara fyri eystan.

Í dag eru norskir miðlar á gosi, eftir at Marte Olsbu Røiseland, vann á 12,5 kilometra savnaðum starti.

Í tøttum stríði í seinasta umfari megnaði norska Marte Olsbu Røiseland at yvirhála italsku Dorothea Wierer, leggja seg 20.7 sekund fram um - og koma fyrst á mál.

Hetta var fimti sigurin hjá Røiseland, ið endar HM við fimm gull- og tveimum bronsumerkjum. Tey sjey heiðursmerkini við sama HM hevur ongin megnað áður.

Norska Tora Berger hevði gamla metið við seks HM-heiðursmerkjum í 2013.

Tað var annars norska Tiril Eckhoff, ið var favorittur at vinna kappingina í dag, men eftir fleiri miseydnaði skot, endaði hon á einum sjeynda plássið.

Betri lá fyri hjá Marte Olsbu Røiseland, sum skeyt lýtaleyst á báðum sínum seinastu skotumførunm. Hon kom út í seinasta umfar 14 sekund aftanfyri italsku Dorotheu Wierer, ið lá á fyrsta plássið.

Brátt fekk Marte Olsbu Røiseland at vita frá venjara sínum at Dorothea Wierer sá heldur troytt út og at nú var møguleikin har at yvirhála hana.

Marta Olsbu Røiseland so gjørdi, og í einum megnartaki vann hon fyrst tey 14 sek og legið seg á síðuna av Wierer. Tær fylgdust ein stuttan tein og so legið Røiseland alt fyri og yvirhálaði í niðanbrekku.

Endin var at Røiseland kom í mál 20.7 sek frammanfyri italsku Wierer á øðrum plássið, og svensku Hannu Öberg á triðjaplássið.

Marta Olsbu Røiseland (í miðjuni) eftir sítt fimta HM-gull hesa vikuna.