Sølmundur hevur ikki givið skarvin yvir

6-mannafør kvinnur: Men aftur í dag vann Jarnbardur sannførandi sigur

Tað gekk, sum tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, tá ið kvinnurnar í 6-mannaførum kappaðust í Hósvík.

Jarnbardur var beinanvegin fremstur, og Jarnbardur var fremstur allan 1000 metra teinin.

Munurin millum í dag og undanfarnu ferðirnar var, at Sølmundur vísti seg at vera væl treiskari, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Eina løtu í miðróðrinum hevði Sølmundur hug at taka seg fram á Jarnbard, men á síðstu 200 metrunum vístu tær á Jarnbardi sera sannførandi avrik og fóru um málið meiri enn eina bátslongd undan avbjóðaranum, meðan Skúgvur úr Sandavági var aftari.

 

1

Jarnbardur

05:19.34

7

2

Sølmundur

05:22.27

6

3

Skúgvur

05:37.26

5