Sølmundur vann aftur ídag

6-mannafør kvinnur: Men tær úr Vestmanna góvu teimum av Glyvrum ein skarpan gang

Tað var aftur í dag guli báturin av Glyvrum, sum vann, tá ið kvinnurnar í 6-mannaførum kappaðust á sundalagsstevnu í Hvalvík.

Á norðoyastevnu var tað ein bátslongd frá Sølmundi og aftur til Smyril, ið vann sera spennandi kapping um næstfremsta plássið við Fortuna úr Vestmanna.

Í dag var tað Fortuna, sum bjóðaði Sølmundi av. Leingi lógu bátarnir borð um borð og stavn um stavn, men í endaspurtinum glapp tað hjá Sølmundi, sum á síðstu hundrað metrunum vann seg ein skut og so eina lítla hálva bátslongd framum.

At Fortuna var næstfremst í dag, og at Smyril var næstfremstur á norðoyastevnu, meðan Sølmundur vann báðar róðrarnar ber við sær, at Sølmundur er heilt væl fyri í FM kappingini.

1 Sølmundur 5.42.03

2 Fortuna 5.43.24

3 Smyril 5.49.04

4 Jarnbardur 5.49.38