Sølvi situr uttanfyri á ólavsøku

Landsliðsspælarin hevur brotið armin og verður ikki við móti B36

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar í dysti móti EB/Streymi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar í dysti móti EB/Streymi

Sølvi Vatnhamar hevur brotið armin og spælir ikki aftur fyrr enn um tríggjar vikur. Hetta tíðarskeiðið skal Víkingur spæla móti B36, NSÍ og møguliga KÍ. 

- Ja, eg gangi við brotum armi. Eg breyt hann á Argjum í seinastu minuttunum av dystinum móti AB. Brotið er lítið, men í einum keðiligum stað. Eg skal sita uttanfyri í seks til sjey vikur, so tað eru umleiða tríggjar vikur eftir, sigur Sølvi Vatnhamar við in.fo.

##med2##

Landsliðsspælarin er byrjaður at venja aftur, men kann ikki venja saman við hinum. Fyribils er málið, at verða klárur til Summar Festivalin, tá Víkingur skal spæla móti KÍ.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar í dysti móti EB/Streymi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar er millum týdningarmiklastu spælararnar hjá Víkingi