Sølvi Vatnhamar verður verandi í Víkingi

Landsliðsprofilurin hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við Víking

Sølvi Vatnhamar hevur í kvøld skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Víking. 33 ára gamli landsliðsleikarin, sum er úr Leirvík, hevur verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá Víkingi í fleiri ár nú, og nú er greitt, at hann í øllum førum tekur tvey tørn aftrat í bláu troyggjuni.

- Víkingur fegnast sjálvsagt um at ein av stóru profilunum seinastu nógvu árini, heldur fram í ljósabláu blusuni, skrivar Víkingur í kvøld.

Sølvi Vatnhamar er millum toppskorararnar í Betri-deildini í ár við sínum 9 málum.