Sølvi: Vit hava einki at spæla fyri

Upptakt Skála-Víkingur: Lagið var einki serligt á Sølva Vatnhamar eftir steypafinaluna

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar og Víkingur taptu steypafinaluna móti HB leygarkvøldið

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar og Víkingur taptu steypafinaluna móti HB leygarkvøldið

Tveir dystir í 23. umfari í betri deildini hjá monnum verða í kvøld. Á Skála taka skálamenn móti Víkingi. Eitt av málunum hjá Skála undan kappingarbyrjan var at bjóða av um fimta plássið. Í fjør var tað Víkingur og munurin var tíggju stig. Eftir 22 umfør er munurin heili 17 stig.

##med2##

Tó er vert at nevna, at Skála fekk 29 stig í fjør. Higartil hevur liðið fingið 25 stig. Tað sigur eisini eina søgu um, at fimm tey stóru fáa enn fleiri stig í ár. Skála verður eftir øllum at døma nummar seks aftur í ár. Um teir vinna ella tapa mikukvøldið.

Gestirnir úr Víkingi hava bara ein lítlan møguleikan røkka Evropa. Níggju stig eru upp til NSÍ, ið hevur spælt ein dyst fleiri. Eftir steypafinaluna var lagið einki serligt á Sølva Vatnhamar.

- Eg veit ikki hvat vit skulu gera restina av kappingini. Vit hava einki at spæla fyri, segði ein sjónliga vónbrotin Sølvi Vatnhamar við FM1 eftir ósigurin í steypafinaluni.

Víkingur hevur øll trý toppliðini eftir og tvey møtast tvær ferðir innanhýsis. Nógv skal broytast, tí Víkingur hevur tapt allar topp-fimm dystirnar í seinastuni, men tað er ein møguleiki.

Liðtíðindini

Heimaliðið er uttan Edvin Jakobsen, sum er langtíðarskaddur. Pætur Dam Jacobsen og Janus Svabo Samuelsen eru ivasamir, meðan Jákup Johansen er tøkur aftur eftir leikbann. Allir mans eru tøkir hjá Víkingi, eftir at liðið tapti 3-1 móti HB í steypafinaluni. Gunnar Vatnhamar fekk ein snudd, men sum skilst so er hann tøkur í kvøld.

##med3##

Dysturin millum Skála og Víking verður klokkan 19 í kvøld.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sølvi Vatnhamar og Víkingur taptu steypafinaluna móti HB leygarkvøldið

Mynd: (Álvur Haraldsen) Fróði Benjaminsen hevur verið millum drúgvastu spælararnar hjá Skála í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Gunnar Vatnhamar fekk ein snudd í høvdið í steypafinaluni