Sørvingar eru meistarar

Barnaróður dreingir: Fyri fyrstu ferð í 49 ár hevur bátur úr Sørvági vunnið FM

Tað var í stórum stíli, tá ið dreingirnir umborð á Dúgvuni úr Sørvági á Havnarvág, har róðrarlíkindini eru góð, settu punktum fyri róðrarárið 2020.

Dúgvan legði seg beinanvegin á odda, og Dúgvan var fremst allar 500 metrarnar. Tá ið Dúgvan fór um málið vóru tað næstan tvær bátslongdir aftur til Falkin úr Hósvík, sum var eina bátslongd undan Sævarmoy úr Klaksvík.

Dúgvan vann bæði ólavsøkuróðurin og FM. Síðsta ferðin, at kappróðrarbátur úr Sørvági vann FM, var í 1971, tá ið sørvágsdreingir umborð á Dúgvuni vunnu FM. Hetta var triðja árið á rað, at teir vunnu serliga FM róðurin.

Falkurin úr Hósvík var næstbestur í dag og næstbestur í FM kappingini. Sævarmoy vann triðja plássið í dag í sera harðari kapping við Koll úr Kollafirði og Tistil av Tvøroyri.

 

1Dúgvan02:43.43
2Falkur02:48.19
3Sævarmoy02:51.20
4Kollur02:52.18
5Tistil02:52.36
6Súlan02:55.26
7Títlingur02:55.49
8Silja02:56.23
9Ternan02:56.41
10Havfrúgvin03:04.46