Søtur heimasigur við Margáir

TB er framvegis uttan úrtøku, nú liðið við Stórá hevur spælt tríggjar dystir

EB/Streymur hevur vunnið fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. Í triðju royndini – og tí næstu á heimavølli – vann EB/Streymur í kvøld 2-0 á heimavølli ímóti TB.

Bæði málini vórðu skorað síðstu minuttirnar undan steðginum. Sum fyrri hálvleikur leið, vaks lotið, sum EB/Streymur tá hevði undan. Tað bar við sær, at heimaliðið við Margáir hevði alt betri tak á, og eftir fýra minuttum bar tað tvey mál við sær og harvið 2-0 leiðslu í hálvleikinum.

Gutti Dahl-Olsen setti hol á, tá ið tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Ragnar Danielsen átti innleggið úr vinstru. Hetta var fyrsta málið nakrantíð hjá Gutta Dahl-Olsen í bestu deildini.

Seinna málið skoraði Niklas Kruse, tá ið tað restaði ein minuttir av fyrra hálvleiki. Tað var eftir samanspæl við Tóka H. Johannesen í vinstru.

EB/Streymur hevði onkra aðra góða roynd, og nýggi TB málverjin John Jacobsen hevði onkra ferðina góða bjarging.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var bólturin væl meiri á EB/Streyma hálvuni, og tað vóru spentar støður frammanfyri EB/Streymamálið, og innskifti John Villi Wøldike Leo hevði ein góðan møguleika, tá ið hann eftir uppspæl í høgru og framlegging varð einsamallur frammanfyri Róa Zachariassen í EB/Streymamálinum, sum bjargaði til horna.

2-0 sigurin ber við sær, at EB/Streymur eftir trý umfør hevur trý stig, meðan TB framvegis einki stig hevur vunnið.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

EB/Streymur - TB 2-0 (2-0)

1-0: Gutti Dahl-Olsen

2-0: Niklas T. Kruse

Dómari: Dagfinn Olsen