Soleiðis venja U17-málverjarnir viðbrøgdini

Síggj sjónbrot av føroyska U17-málverjanum, Paula Jacobsen, venja viðbrøgd undan dystinum ímóti Norra

Pauli Jacobsen (á myndini) og Brandur Silvurstein stóðu avbera væl ímóti Norra (Mynd: Harald Bjørgvin)

Pauli Jacobsen (á myndini) og Brandur Silvurstein stóðu avbera væl ímóti Norra (Mynd: Harald Bjørgvin)

Høvuðsorsøkin til risastóra hondbóltsbragdið hjá føroysku U17-dreingjunum var fyrst og fremst liðavrikið.

Men nakrir leikarar skaraðu eyka framúr, og sum vanligt í hondbólti var málverjin ein slíkur.

Pauli Jacobsen stóð ferð eftir ferð fyri stóru norsku skjúttunum, og bjargaði skotum av øllum plássum, umframt okkurt brotskast eisini.

Góðu málverjuevnini koma av miðvísari venjing, og tá ið in.fo var til seinastu venjingina í Føroyum áðrenn U17-landsliðið fór til Svøríkis, skiftust málverjarnir um at standa í mál og venja viðbrøgd við lítlum bólti ímóti vegginum

##med2##

Pauli Jacobsen (á myndini) og Brandur Silvurstein stóðu avbera væl ímóti Norra (Mynd: Harald Bjørgvin)

Trýst á sjónbrotið og síggj Paula Jacobsen venja viðbrøgdini tá ið hann ikki stendur í mál