Soleiðis vunnu Mjølnirsmenn steypið (FM1)

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum í finaluni Mjølnir vann 3-0 á SÍ

Mjølnir vann 3-0 á SÍ í steypafinaluni hjá monnum

Mjølnir vann 3-0 á SÍ í steypafinaluni hjá monnum

##med2##

Mjølnir slapp at sveitta í triðja setti í steypafinaluni hjá monnum, men fyrsta sett vunnu teir lættliga, og annað sett vunnu teir greitt.

Sørvingar vaknaðu seinastu løtuna av triðja setti, og teir høvdu nakrar settbóltar, men klaksvíkingar høvdu ís í maganum tá samanum kom, og vann Mjølnir triðja settið 29-27.

Mjølnir - SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Óli G. Samuelsen og Sjúrður H. Hoydal gjørdu við umboð fyri Mjølnir og SÍ og steypahandanina sum var aftaná dystin. 

 ##ms##

Mjølnir vann 3-0 á SÍ í steypafinaluni hjá monnum

(Mjølnir-SÍ 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar)