Finnur hevur longt sáttmálan

Bæði Finnur sjálvur og John Faxe Jensen fegnast um at føroyski áleyparin hevur longt sáttmálan

Føroyski áleyparin, Finnur Justinussen, sum seint seinasta summar skifti frá Víkingi til Fremad Amager, kemur at halda fram í danska felagnum komandi hálva árið.

 

Hetta boðar heimasíðan hjá Fremad Amager frá í dag.

 

Heimasíðan hevur eina samrøðu við Finn Justinussen og venjaran, John Faxe Jensen, sum báðir fegnast um at føroyski áleyparin hevur longt sáttmálan.

 

Finnur Justinussen sigur í viðmerking.

 

-       Eg eri ótrúliga glaður fyri at vera í Fremad Amager, so eg ivaðist ikki leingi í at siga ja, tá ”Faxe” bjóðaði mær at leingja sáttmálan.

 

-       Nú havi eg sæð og roynt støðið í deildini, so ætli mær at halda fram við at byggja á, og harvið vísa mínar dygdir, soleiðis at eg komi at spæla so nógv sum gjørligt.

 

John Faxe Jensen fegnast eisini um at føroyski áleyparin heldur fram í felagnum.

 

-       Finnur veit akkurát hvat eg vænti av honum, og hann arbeiðir gróthart hvønn dag fyri at levera. Hansara dygdir passa væl inn í okkara hóp. Við honum, Nicolas Mortensen og Younes Nielsen hava vit tríggjar ymiskar typur av áleyparum at spæla uppá.

 

-       Hetta komandi hálvárið ræður um at hava so nógvar streingir at spæla uppá sum gjørligt.

 

Umframt Finnur Justinussen eru føroysku leikararnir í Fremad Amager eisini Heini Vatnsdal og Christian Lamhauge Holst.