Sonni: Liðið ger stór framstig

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran, Sonni Larsen seta orð á tepra tapið móti Montenegro

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

##med2##

Føroyska manslandsliðið stríddist manniliga móti Montenegro, og tapti rættiliga tepurt 21-24 í Farum høllini í EM-undankappingardystinum, ið var leiktur í kvøld. Í steðginum var Montenegro á odda 11-9. Nebojsa Simic í montenegroanska málinum gjørdist avgerandi munurin millum liðini. Nebojsa Simic bjargaði 41 prosent av føroysku royndunum, og tað bleiv mangan sum Sjúrður H. Hoydal segði frá á FM1, at tað var ein dystur millum Føroyar og Simic.

Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen heldur, at føroyska liðið hevur gjørt framstig í hesari undankappingini. Partur av taktiska upplegginum var at verja í undirtalsstøðu, og tá ein hugsar um hvussu ofta Føroyar vóru ein maður færri á vøllinum má sigast, at liðið kom væl frá tí partinum av spælinum. Sonni Larsen staðfestir sum onnur, ið hugdu í Farum í kvøld, at Nebojsa Simic vísti framúr gott støði í montenegrianska málinum, og tað gjørdist avgerandi.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sonni Larsen. 

##med3##

Mynd: Ritzau

(Samrøða við Sonni Larsen, landsliðsvenjara)