Sonni Ragnar til útlendskan fótbólt

Sonni Ragnar Nattestad verður ikki partur av B36 komandi kappingarár

Sonni Ragnar Nattestad hevur gjørt sáttmála við írska Dundalk FC, sum spældi móti KÍ í Europa League farna kappingarár. Tað boðar Dundalk frá á heimasíðuni í kvøld.

- Sonni er ein landsliðsspælari við altjóða royndum. Hann var eitt stórt talent, tá hann var ungur og fór av landinum at spæla í Danmark, Íslandi og Norra, har tað var Ole Gunnar Solskjær, sum keypti hann til Molde, sigur nýggi venjarin hjá honum, Filippo Giovagnoli og leggur afturat:

- Hann er stórur, sterkur og kropsliga væl fyri. Hann er lámur, skjótur og sterkur á bóltinum, so hann er júst tað slagi av miðverjum, sum vit leita eftir. Eg eri fegin um, at hann hevur skrivað undir við Dundalk, sigur Filippo Giovagnoli.

Sostatt verður Sonni Ragnar Nattestad ikki partur av liðnum hjá B36 komandi kappingar, men verður hinvegin fyrrsti føroyingurin í írskum fótbólti.