Sonni vil hava Týskland, Serbia og Belgia

EM-lutakast verður klokkan 16.00 í dag

Sonni Larsen sær møguleikar fyri stigum ímóti Belgia, Serbia og Týsklandi

Sonni Larsen sær møguleikar fyri stigum ímóti Belgia, Serbia og Týsklandi

Klokkan 16.00 í dag verður drigið lut til bólkarnar sum skulu spæla undankapping til EM-endaspælið í 2022.

32 lið stríðast um 20 tøk pláss, og við rætta hepninum, kunnu møguleikar hómast fyri Føroyum til EM-endaspælið í Ungarn og Slovakia.

Liðini eru býtt í fýra styrkisbólkar, ið síggja soleiðis út:

1 Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2 Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3 Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4 Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

in.fo hevur biðið landsliðsvenjaran seta sær ynskis- og marrubólkarnar upp.

Dreymabólkurin hjá Sonna Larsen sær soleiðis út.

Týskland

Serbia

Belgia

Føroyar

Marrubólkurin hjá Sonna Larsen er hesin:

Norra

Portugal

Pólland

Føroyar

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki og tey fýra bestu á triðja plássið, spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður leikt í Ungarn og Slovakia í 2022.

FM1 fylgir lutakastinum beinleiðis millum 16 og 17. Hoyr FM1 við at trýsta HER.
Evropiska hondbóltssambandið stroymir lutakastið á youtube. Sí niðanfyri.

##med2##

 

 

Sonni Larsen sær møguleikar fyri stigum ímóti Belgia, Serbia og Týsklandi

Qualifiers Draw | Men's EHF EURO 2022