Sonni: Vit taptu ímóti einum klassaliði við endaspælsroyndum (FM1)

(FM1) Nú gleða landsliðsvenjarin og spælararnir seg til at sleppa at royna seg á heimavølli sunnukvøldið klokkan 18

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Aftaná heiðurliga innsatsin ímóti Kekkia, har Føroyar taptu 20-28 (8-14) móti Kekkia í EM-undankappingardystinum í Brno fekk hondbóltsreportarin, Sjúrður H. Hoydal orðið á landsliðsvenjaran, Sonni Larsen.

- Vit tapa ímóti einum klassalið, ið er betri enn vit, eitt lið sum hevur nógvar endaspælsroyndir.

Sonni dugir tó at fegnast um spælararnir, ið hava fingið debut móti Ukraina og Kekkia, Filip Jojic, Hákun West á Teigum og Tróndur Mikkelsen, og er Sonni sera væl nøgdur við teirra avrik.

Nú gleða Sonni og spælararnir seg til at fáa veruliga heimavøll ímóti Ukraina í høllini á Hálsi í Havn sunnukvøldið klokkan 18. 600 áskoðarar sleppa til dystin, og á teimum hvílur eisini ein ábyrgd at stuðla spælarunum allan dystin. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sonni Larsen, landsliðsvenjara aftaná EM-undankappingardystin móti Kekkia.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Hjalti Mohr Jacobsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Sett verður niðan til høllina á Hálsi tá klokkan nærkast 17.40.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

Savnsmynd

(Samrøða: Sonni Larsen)