Sorin: Eg eri stoltur av mínum monnum (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Jan Ingason Hansen legði Skála á odda móti AB, og hoyr nýggja Skála-venjaran, Sorin Anghel seta orð á 1-1 javnleikin

Sorin Anghel hevur fingið sítt fyrsta stig sum høvuðsvenjari hjá Skála

Sorin Anghel hevur fingið sítt fyrsta stig sum høvuðsvenjari hjá Skála

##med2##

Skála fekk sítt fyrsta stig undir Sorin Anghel við javnleiki 1-1 úti í Vika á Argjum. Skála var á sigurskós langa tíð, og var á odda 1-0 í steðginum. Men so valdi Adeshina Lawal av øllum løtum at skora sítt fyrsta mál í landskappingini í kvøld, og so kundi AB halda munin til Skála á stigatalvuni.

TB og AB hava sjey stig, meðan Skála er aftast við tveimum stigum. 

AB - Skála 1-1 (0-1)

0-1: Jan Ingason Hansen 34.

1-1: Adeshina Lawal 74.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málinum Skála fekk úti í Vika á Argjum í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við nýggja høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel sum sigur, at hann er sera stoltur av avrikinum hjá sínum monnum, og ikki minst er hann glaður fyri, at gamla Skála-hetjan Jónhard Frederiksberg hevur meldað seg kláran aftur at spæla í bestu fótbóltsdeildini, og legði hann eitt rimmar avrik fyri dagin í kvøld. Sorin harmast tó, at 1-0 leiðslan ikki helt, men sum tað gekk móti endanum kann hann liva við, at Skála ikki tapti dystin. 

HER  ber til at hoyra frásøgnina av málinum hjá AB. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

 

 

Sorin Anghel hevur fingið sítt fyrsta stig sum høvuðsvenjari hjá Skála

(Samrøða: Sorin Anghel)