Sorin sær bjargingarmøguleikar í seinastu umførunum (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála, Sorin Anghel seta orð á 1-4 tapið móti NSÍ, og hvussu Skála kann koma uppá turt

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Aftaná landssliðssteðgin spælir Skála heima móti AB, og úti móti EB/Streymi og TB.

Tað er í hesum dystunum høvuðsvenjarin hjá Skála ætlar, at liðið hjá honum skal vinna seg uppá 9. plássið sum helst fer at geva møguleikan fyri Play Off dystum móti antin B68 ella 07 Vestur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Sorin Anghel aftaná 1-4 tapið móti Skála á útivølli fyrr í dag. 

Skála er aftast við trimum stigum. Fýra stig eru upp til AB, ið liggur næstniðast í Betrideildini við sjey stigum. 

Savnsmynd

(Samrøða: Sorin Anghel)