Sorin: Við 1-1 málið hjá B36 var bólturin ikki inni (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel er als ikki nøgdur við dømingina í dystinum Skála-B36 1-3 (1-0)

Sorin Anghel í dysti hjá Skála fyrr í ár

Sorin Anghel í dysti hjá Skála fyrr í ár

##med2##

Aftur í kvøld gav botnliðið, Skála einum topp-5 liðið góða mótstøðu.

Skála hevði teir flestu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, og kom á odda longu í 8. minutti í heimadystinum móti B36. Tað lá tó betri fyri hjá B36 í seinna hálvleiki, ið fekk trý mál og harvið trý stig við sær aftur til Havnar. 

Skála-B36 1-3 (1-0)

1-0: Aksel Danielsen, 8.

1-1: Alex Mellemgaard, 57.

1-2: Sebastian Pingel, 77.

1-3: Andrass Johansen, 90.

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Sorin Anghel er sera ørkymlaður um dømingini við 1-1 málið hjá B36. Sorin heldur tað vera langt úti, at hjálpardómarin sum ikki var í linju við málið dømdi bóltin sum Alex Mellemgaard sendi móti málinum hjá Skála at vera inni. Sorin hevur fingið staðfest frá fleiri fólkum, at bólturin var ikki inni.

Tað eru eisini aðrar dømingar Sorin heldur avgjørt hava verið ímóti Skála.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sorin Anghel fyrr í kvøld. 

Sorin Anghel í dysti hjá Skála fyrr í ár

(Samrøða: Sorin Anghel)