Sosialurin í dag: Serblað um løgmanssteypið

Samrøður við Atla Gregersen, Símun Samuelsen, Odmar Færø og Hall Hansson

Í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, er eitt serblað um finaluna um løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið. Finalan verður millum Víking og HB.

Í blaðnum eru samrøður við tveir royndar menn. Bæði Atli Gregersen og Símun Samuelsen vilja hava løgmanssteypið, men søgan hjá teimum er ymisk. Annar hevur vunnið steypið seks ferðir – hin ongantíð!

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Odmar Færø var liðskipari hjá B36 í fjør, og skal lata steypið til antin Vìking ella HB. Seinast Víkingur og HB vóru í steypafinaluni var í 2014, tá skoraði Hallur Hansson einasta málið, tá Víkingur vann 1-0. Teir fortelja um sína upplivingar av steypafinaluni og tippa. Og har eru teir ósamdir!

Eisini um søguna hjá HB og Víkingi í steypakappingini, royn spurnarkappingina um løgmanssteypið og annað í blaðnum í dag.