Spæla í Gundadali íkvøld

EB/Streymur verður gestur hjá B36

Í kvøld hittast B36 og EB/Streymur í Gundadali. Talan er um útsettan dyst í VFF kappingini. Upprunaliga varð hann ásettur at vera 11. januar. So varð hann útsettur til 15. Januar, og í kvøld verður hann spældur.

Mánakvøldið vann B36 3-1 á heimavølli ímóti Skála, og leygardagin tapti EB/Streymur 3-1 á útivølli ímóti Víkingi.

Fyrsta bríksl í Gundadali í kvøld verður klokkan 19.30.