Spæla í Wales 22. oktober

Nú er greitt, at EM-undankappingardysturin hjá kvinnum á útivølli móti Wales, sum skuldi verði spældur 10. apríl, í staðin verður hósdagin 22. oktober

Týsdagin komu boð frá UEFA, at allir landsdystir sum eru á skránni í næstum, bæði undankappingardystir og venjingardystir, annaðhvørt eru útsettir ella avlýstir. Orsøkin er smittuvandin í samband við koronasmittuna, Covid-19.

Fyri Føroyar merkir hetta millum annað, at venjingardystirnir hjá monnum móti Danmark og Andorra eru avlýstir, meðan EM-undankappingardystirnir hjá U21-landsliðnum, sum skuldu vera síðst í hesum mánaðinum, fyribils eru útsettir.

Eisini dysturin hjá kvinnulandsliðnum á útivølli móti Wales, sum skuldi verði spældur tann 10. apríl, bleiv útsettur. Men tað tók ikki langa tíð hjá UEFA at finna nýggjan leikdag, og nú eru boðini, at dysturin í staðin verður hósdagin 22. oktober. Talan er samstundis um seinasta dystin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini.

Føroyar eru í bólki C, saman við Norra, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Norsku kvinnurnar eru fremst í bólkinum við fullum stigatali.

Skráin 2020 (EM-undankappingardystir)


DatoDysturStadion
5. juniNorra – FøroyarÅråsen Stadion
9. juniNorðurírland – Føroyar
18. septemberFøroyar – NorðurírlandiTórsvøllur/Svangaskarð
22. septemberFøroyar – HvítarusslandTórsvøllur/Svangaskarð
22. oktoberWales – Føroyar