Spæla seinnapartin týsdagin

Kappingarnevndin hevur gjørt av, at Víkingur og KÍ skulu dystast klokkan 17 týsdagin

Tað snýr seg ikki bara um fótbólt, men tað snýr seg eisini um veðrið og veðurfrøði.

Nú hevur kappingarnevndin hjá FSF gjørt av, at dysturin millum Víking og KÍ, sum skuldi havt verið í kvøld, nú er settur at vera týsdagin klokkan 17.

-Vit hava tosað við veðurkøn fólk, sum siga, at tað fer ikki at viðra at spæla í Sarpugerði í morgin, og at tað heldur ikki fer at viðra mánadagin. Seinnapartin týsdagin verður ein skái, og tí hava vit gjørt av, at dysturin verður klokkan 17 týsdagin, sigur Róin Schröder, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.

Landsliðið er stevnt at hittast týsdagin klokkan 16 at fyrireika seg til dystin ímóti Rumenia, sum verður leygarkvøldið.