Spæla við skerdum hópum

Hóast bæði EB/Streymur og HB eru rakt av sóttarhaldinum á Glasi, so verður dysturin teirra millum mikukvøldið væntandi spældur

Eftir ætlan verða fýra dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum mikukvøldið. Ein teirra er dysturin millum EB/Streym og HB í Streymnesi. Bæði hesi lið eru tó rakt av sóttarhaldinum á Glasi, har allir næmingar og starvsfólk á lærustovninum eru sett í sóttarhald.

HB boðaði í gjárkvøldið frá, at hóast felagið hevði nógvar spælarar í besta hópinum, sum blivu raktir av sóttarhaldinum, so vil man fegin spæla dystin. Sum skilst eru ikki færri enn átta leikarar í fyrstaliðshópinum hjá HB raktir av sóttarhaldinum, men av hesum eru teir fýra skaddir í løtuni.

Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, sigur, at honum vitandi eru tað bert tveir spælarar í hópinum hjá honum, sum eru raktir.

- Feløgini hava eisini tosað saman, og sum støðan er í løtuni, so vænti eg, at vit spæla mikukvøldið. Men sjálvandi kann tað jú henda nógv, tá ið øll á Glasir eru blivin kannað, so tingini kunnu broytast, sigur Jákup Martin Joensen.