Spældu dyst við munnbindum

Heilt serlig sjón í kurvabólti í USA í nátt - leikararnir høvdu einki annað val.

Í ítróttaheiminum verður fyri tað mesta ansað væl eftir smittuvandanum við korona, og í kurvabólti fyri universitet í USA hava tey, ella í øllum førum tað eina universitetið, tikið heilt serlig atlit.

Tá ið Boston University og Holy Cross hittust í kurvabólti fyri universitet í nátt føroyska tíð, vóru leikararnir nevniliga í munnbindum - eisini leikararnir, sum spældu dystin.

Tað er eitt krav frá Boston University, at leikarar á teirra liðum spæla við munnbindi, og tá ið dystir verða spældir í teirra høll, skulu mótstøðuleikararnir somuleiðis hava munnbind.

Kvinnuliðið hjá Boston University vann dystin 76-54 ímóti Holy Cross, meðan mansdysturin ímillum somu universitet endaði við 83-76-sigri til Boston University.

Mansdysturin var á heimavøllinum hjá Holy Cross, og har spældi bara Boston University við munnbindum. Talan var um dystir í einari lokalari deild.

Í landskappingini, NCAA, hevur ikki verið kravt av leikarunum at brúkt munnbind á vøllinum, men einstakir leikarar hava kortini valt at spæla við munnbindi.