Spældu við tárum

NBA: Tað sæst á øllum brøgdum, at Kobe Bryant hevur havt stóran týdning fyri kurvabóltin

Heimskendi kurvbóltsspælarin, 41 ára gamli Kobe Bryant, doyði í gjár í eini tyrluvanlukku. Hóast boðini um vanlukkuna, so valdi NBA at lata dystirnar í gjárkvøldið blíva spældar.

Tað er ikki øll, sum halda at tað var eitt gott hugskot, tí í fleiri førum vóru tað spælarar, sum ikki megnaðu at halda tárunum aftur, meðan dystirnir vóru. Kobe Bryant verður mettur ein av teimum allarstørstu kurvabóltsspælarunum nakrantíð.

##med2## 

Hann hevur verið ein fyrimund fyri flestu av spælarunum, sum í dag gera um seg í NBA. Teirra millum LeBron James, sum í dag spælir við Los Angels Lakers – felagið, ið Kobe Bryant spældi við øll árini. Millum annað kláraði venjarin hjá grannunum úr LA Clippers ikki at halda sær, tá hann skuldi seta orð á Kobe Bryant.

Tað bleiv seinni á kvøldinum staðfest, at 13 ára gamla dótturin hjá Kobe Bryant, Gianna, eisini doyði í tyrluvanlukkuni, sum kostaði níggju mannalív.