Spania vinnur EM eftir øgiligt verjustríð

Spania er Evropameistari eftir avgerð í seinastu løtunum í einum dysti, sum fer í søguna fyri verjuavrikið heldur enn flótandi hondbólt - Les hvussu in.fo sá finaluna her.

Hallarhornið hevur júst ljóðað á seinasta sinni við hetta EM-endaspælið. Spania er Evropameistari (Ritzau Scanpix)

Hallarhornið hevur júst ljóðað á seinasta sinni við hetta EM-endaspælið. Spania er Evropameistari (Ritzau Scanpix)

Í einum reinum verjudysti vann Spania EM á øðrum sinni og fyri aðru ferð á rað, tá ið tað eydnaðist at vinna 22-20 á Kroatia. Les niðanfyri hvussu in.fo sá dystin.

Ítrottarsosialurin tekur saman um EM mánadagin

Tey bæði einastu ósigraðu liðini í EM hittust fyrstu ferð longu mikudagin og spældu javnleik 22-22.

Fitt av kroatum vóru í høllini og stuðlaðu. Tað var ikki fagnaður, sum tók ímóti ráðandi sponsku Evropameistarunum, tá ið teir runnu á vøllin.

Fagnaðurin var hinvegin ovurstórur, tá ið 31 ára gamli spælskiparin, Domagoj Duvnjak leiddi lið sítt á vøllin.

Duvnjak - Heimsins besti leikari 2013 - hevði kanska spælt sín besta hondbólt yvirhøvur seinastu 17 dagarnar, og var í morgun kosin virðismesti leikari við hetta EM-endaspælið.

Hjá Spania leiddi 38 ára gamli spælskiparin, Raul Entrerríos, liðfelagarnar á vøllin. Eisini hann hevði spælt sum í sínum bestu døgum við hetta endaspælið.

Duvnjak byrjar beinanvegin

Bæðin liðini byrjaðu við 5-1-verju. Kanska fyri at fáa stjørnurnar á miðjunum báðum burturfrá.

Og tað vóru eisini teir báðir sum byrjaðu við at taka ábyrgd.

Duvnjak legði inn á strikuna til 1-0, Entrerriós rakti stongina hinumegin og Duvnjak setti skjótálopið inn til 2-0 til Kroatia.

Spania fekk kortini fatur, og dysturin javnaði seg við 3-3 í sjeynda minutti.

Eftir eitt tekniskt mistak frá Spania, revsaði Duvnjak við brotskasti og legði Kroatia á odda 8-6. Fyrsta korterið av EM-finaluni var farið afturum.

Løtuna eftir spældi Duvnjak aftur inn á strikuna, og so var 10-7. Spania tók time-out.

Time-out og Peres de Vargas koppa øllum

Og tað hjálpti. Gonzalo Peres de Vargas kom inn í málið, Jorge Maqueda á høgra bakk, og royndu risarnir, Gedeon Guardiola og Viran Morros, á miðjuna á einari 6-0 verju.

Tað riggaði framúr. Spania hevði onga bjarging havt fyrsta korterið, men nú fekk Peres de Vargas tríggjar á rað, meðan Maqueda skoraði tríggjar ferðir á rað.

Og so var javnleikur 10-10. 24 minuttir farnir. Kroatia tók time-out.

Tað riggaði einki serligt. Kroatiska verjan kom eitt sindur fyri seg og Sego fekk fyrstu kroatisku bjargingina, men í hinum endanum var ógjørligt at fáa bóltin inn um Peres de Vargas, sum rætt og slætt læsti málið. Eftir brotskastsbjarging ímóti Duvnjak, tók Joan Cannelas av í hinum endanum, og legði Spania á odda 11-10 eftir góðar 27 minuttir av dystinum. Kroatia hevði ikki fingið mál í fleiri enn tíggju minuttir.

Spania á odda við steðgin

Spania kundi økja upp aftur meira, men kroatiska verjan fangaði bóltin og javnaði til 11-11. Hálvur minuttur eftir, og Spania eydnaðist at fara til hálvleiks á odda 12-11, eftir at Raul Entrerrios tók ábyrgd enn einaferð.

Mistøkini valda

Seinni hálvleikur byrjaði við fleiri mistøkum – og bjarginum. Kroatia var fyrst at fáa hol á eftir einar tríggjar minuttir við Luka Stepancic, sum endiliga hepnaðist við eyðkenda langskotinum.

Spania svaraði aftur, og tá ið Stepancic hesaferð rakti stongina í undirtalið endaði bólturin í tóma kroatiska málinum. Og søgan endurtók seg púrasta løtuna seinni. 15-12 til Spania. Seinastu trý málini sett inn úr hondunum á Aleix Gomez á høgra vongi.

Time-out koppar dystinum aftur

Tá ið Joan Canellas í skjótálopið økti til 16-12, var tíðin komin til eina kroatiska skolu í time-outi.

Kroatia fór at spæla við sjey áleyparum, og tað bragdaði beinanvegin. Fyrst eitt brotskast og so ein dundurskot frá Duvnjak undir stórum trýsti. Og bjargingar frá Sego í kroatiska málinum.

16-14 til Spania. 22 minuttir eftir at leika.

Kroatia misnýtti møguleikan at minka niður í eitt mál, men slapp við skrekkinum tá ið Guardiola sendi bóltin fram við tóma málinum.

Nú sótu verjurnar báðar aftur á øllum. Kroatia tveitti bóltin burtur, Spania gjørdi tað sama, og so fann Peres de Vargas eina stórbjarging fram eftir frá fríari striku.

Einki var at ivast í, at næsta málið fór at gerast sálarliga avgerandi.

Spania var um at koma sær í trupulleikar aftur í álopsstøðu, hondin hjá dómarunum var uppi, og so tók Spania time-out. Spania hevði ikki fingið mál í næstan sjey minuttir, meðan Kroatia hevði fingið sær tvey.

Framvegis 15-14. 18 minuttir eftir.

Time-outið broytti ikki dystarmyndina í fyrstu atløgu, tí beinanvegin komu bjargingar í báðum endum.

Og kroatiska verjan stóð framvegis stinn, stjól bóltin og so kundi Igor Karacic minka um munin til 16-15 í skjótálopið. Men Karacic fekk sær nú eina útvísing í verjustøðu, og so gjørdist støðan hjá Spania lættari. Stóri spanski leikarin frá hálvfinaluni, Alex Dujshebaev nýtti plássið til at økja upp í 17-15 til Spania.

Eitt korter eftir nú.

Alt á jøvnum aftur

Liðini skiftust at skora næstu løtuna, og Kroatia minkaði í tveimum førum niður í eitt mál.

Og nú bragdaði tað hjá kroatum, sum vunnu enn ein bólt í verjustøðu. Duvnjak legði enn einaferð bóltin inn á strikuna til Mamic, og so var 18-18.

11 minuttir eftir.

Álopini vóru lang nú. Hjá báðum liðum. Sum ikki komu til møguleikar. Tíðin gekk við 18-18, meðan verjurnar gjørdu sítt ímóti troyttu álopunum.

Aftur mundi næsta málið gerast týdningarmikið.

Kroatia á odda aftur

Og tað kom, tá ið Stepancic brádliga slapp í ferð, høgdi eitt hoppiskot í kassan.

19-18 til Kroatia. Seks minuttir eftir.

Spaniumenn kendu eisini týdningin, og vunnu sær eitt sera týdningarmikið brotskast, sum Aleix Gomez setti í netið.

19-19. Fimm minuttir eftir.

Í hinum endanum helt Stepancic fram. Hann kom enn einaferð í ferð, mundi sloppið ígjøgnum, men kendi so armin armin Raul Entrerrios. Útvísing til spanska liðskiparan.

Framvegis 19-19. Fýra minuttir eftir.

Kroatia tekur ikki av

Spania fangaði bóltin, skoraði heppið eftir drúgt álop, men Kroatia sentraði bóltin í málið beint eftir.

20-20. Tveir minuttir eftir. Spania fullmannað og við bóltinum.

Nú dúvaðu spaniumenn á teir royndu. Sarmiento spældi inn til 37 ára gamla Aguinagalde, sum fekk brotskast.

Og 22 ára gamli Aleix Gomez setti tað so púra trygt í netið.

21-20 ti Spania. Hálvur annar minuttur eftir.

Risastórt mistak

Nú stóð á gomlum nøglum hjá Kroatia, og so kom dýrasta mistakið.

Tað mundi vera ovurstóra møðin, sum gjørdi, at Igor Karacic gloymdi at dribla í púra vandaleysari støðu, og gekk eini átta fet við bóltinum.

Spania gjørdi sum ímóti Slovenia

Spania fekk bóltin, drýggjaði tíðina og so sendi Alex Dujshbeaev sítt eyðkenda undihondsskot av høgra bakki, og avgjørdi dystin. Eins og hann hevði gjørt ímóti Slovenia fyrradagin.

Liðugt, og Spania kann rópa seg Evropameistara fyri aðru ferð á rað og aðru ferð í søguni eftir 22-20 sigur í einari EM-finalu, sum fer í søguna fyri verjustríðið, heldur enn flótandi spælið.






p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115% }

Hallarhornið hevur júst ljóðað á seinasta sinni við hetta EM-endaspælið. Spania er Evropameistari (Ritzau Scanpix)