Spennandi HM-lutakast í dag

Lutakast verður um bæði mótstøðu og heimavøll klokkan 14.00 í dag. Sí beinleiðis stroyming her.

Soleiðis fegnaðust føroyska landsliðið eftir minniliga 25-21 sigurin á Litava við seinastu HM-undankapping

Soleiðis fegnaðust føroyska landsliðið eftir minniliga 25-21 sigurin á Litava við seinastu HM-undankapping

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fær í dag klokkan 14.00 at vita, hvør mótstøðan verður á leiðini til HM-endaspælið í Spania 2021.

Sí beinleiðis stroyming longur niðri á hesi síðu

Føroyar luttaka saman við 16 øðrum tjóðum í fyrsta stigi av undankappingini til HM-endaspælið næsta ár.

Føroyar eru í styrkisbólki trý av fýra, har tann fjórði bert hevur tvey lond.

Tí verða Føroyar drignar í ein bólk við mótstøðuliðum úr teimum báðum ovaru styrkisbólkunum og møguliga einum úr lægsta styrkisbólkinum. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari til stig 2 í undankappingini, har sterkaru tjóðirnar standa fyri skotum.

Hetta er munur á undanfarin ár, har bert ein tjóð er sloppin víðari úr hesum bólkum. Tað kemst av, at HM-endaspælið í 2021 verður við heili 32 tjóðum. Áður - síðani 1997 -hava 24 tjóðir luttikið.

Skulu næstan bara gera sum seinast

Seinastu ferð, at føroyska kvinnulandsliðið luttók í slíkari undankapping, kom eitt sera gott úrslit og eitt heldur keðiligt. Tað var í Sveis í desember 2018, at føroyska liðið byrjaði við ósigri ímóti einum lítið sannførandi finskum liði.

Men dagin eftir fingu føroysku kvinnurnar uppreisn, við at vinna tryggan og sannførandi 25-21 sigur á Litava, ið vóru risastórir favorittar henda dagin.

Tað rakk ikki til víðari luttøku, tá ið vertstjóðin Sveis var ov sterk í verjuni, vann 23-19, og sendu Føroyar á triðja plássið. Jøvn í stigum við Finnland og Litava, sum stjól næstfremsta plássið við stórsigri á Finnlandi.

Tá kendu leikararnir seg í minsta lagið hava dygdirnar til næstfremsta plássið í bólkinum. Tað kunnu tær so leggja seg eftir aftur hesaferð. Og tá er ein møguleiki, at dystirnir vera við heimavallarfyrimuni.

Úr savninum: Føroyar smurdu Litava av

Kunnu eisini vinna heimavøllin í dag

Bólkaspælið í hesum fyrsta stigi verður avgreitt eitt vikuskiftið komandi heyst. Dystardagnarnir kunnu vera Eftir at liðini eru býtt í bólkar, verður nevnliga drigið lut um rættin at hýsa bólkaspælinum, ið verður avgreitt upp á eitt vikuskiftið á einum staði. Og høllirnar í Føroyum eru góðkendar til HM-undankapping.

Hesar tjóðir, eru í pottinum klokkan 14.00 í dag:

Styrkisbólkur 1:

Eysturríki, Hvítarussland, Norðurmakedónia, Slovakia, Turkaland

Styrkisbólkur 2:

Ukraina, Italia, Sveis, Ísland, Portugal

Styrkisbólkur 3:

Litava, Føroyar, Kosovo, Ísrael, Finnland

Styrkisbólkur 4:

Grikkaland, Luksemborg.

Sí beinleiðis stroyming av HM-lutakastinum umvegis EHF við at trýsta á skýggjan her:

##med2##

Soleiðis fegnaðust føroyska landsliðið eftir minniliga 25-21 sigurin á Litava við seinastu HM-undankapping

Draw | Qualification Europe Phase 1 | Women's 2021 World Championship