Spenningurin er størri enn áður

6-mannafør kvinnur: Sølmundur megnaði at geva Jarnbardi dyggari mótstøðu í dag enn undanfarnu ferðirnar

Tað var sama søga, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, tá ið tað snýr seg um at vinna.

Kvinnurnar umborð á Jarnbardi eru suverenar, tí tær høvdu undan fjarðastevnu vunnið allar róðrarnar, og aftur í dag var Jarnbardur fyrstur um málið, tá ið tær kappaðust í Vestmanna.

Sølmundur legði nógv fyri í startinum, men tað var skjótt, at Jarnbardur stakk seg framum, og at Herningur, sum saman við Jarnbardi hoyrir til Róðrarfelagið Knørrur, datt eitt sindur afturav.

Fyrr í summar hava tað ofta verið fleiri bátslongdir frá Jarnbardi og aftur til tann næsta.

Soleiðis var tað ikki ídag. Jarnbardur vann seg eina bátslongd framum, tá ið málið var gott og væl hálvrógvið, men tað var ongantíð meiri enn ein bátslongd á muni.

Í endaspurtinum vístu tær á Sølmundi góðan hugburð, og fjarstøðan frá tí fremsta og til tann næsta minkaði eitt sindur soleiðis, at Sølmundur fekk um stýrimannin á Jarnbardi.

Eingin ivi var tó um, at Jarnbardur vann fyri fimtu av fimm ferðum og er stórfavorittur at vinna FM.

1Jarnbardur04:39.19
2Sølmundur04:41.14
3Herningur04:55.25
1Jarnbardur35
2Sølmundur30
3Skúgvur19
4Herningur10

 rsf.fo