Staðfest: Víkingur-KÍ verður leiktur týskvøldið klokkan 19

Kappingarnevndin hjá FSF boðar nú frá, at útsetti og sera avgerandi dysturin Víkingur-KÍ verður leiktur klokkan 19 týskvøldið

Víkingur og KÍ spæla týskvøldið 8. oktober klokkan 19, og ikki sum fyrr lýst klokkan 17

Víkingur og KÍ spæla týskvøldið 8. oktober klokkan 19, og ikki sum fyrr lýst klokkan 17

Fyrr í dag var staðfest av Eileri Rasmussen, fótbóltsdómara, at tað var ikki spælandi í Sarpugerði í Norðragøtu tá Víkingur og KÍ skuldu spæla ein sera týðandi dyst í FM-stríðnum, og í stríðnum um pláss í Europa League undankappingini komandi summar.

Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF boðaði fyrst frá, at útsetti dysturin skuldi leikast klokkan 17 týsdagin.

Tað er nú broytt til at verða klokkan 19 sama kvøld, týskvøldið 8. oktober.

Bæði Víkingur og KÍ hava hart brúk fyri at vinna. Víkingur er í løtuni seks stig aftanfyri NSÍ í kapprenningini um seinasta Europa League plássið, og KÍ er trý stig aftanfyri B36 í FM-stríðnum. 

8. oktober klokkan 17 verður annar EM-undankappingardystur millum føroyska kvinnulandsliðið og eitt av heimsins bestu kvinnulandsliðum, Noreg.

FM1 sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg, og sigur eisini beinleiðis frá avgerandi dystinum í Betrideildini millum Víking og KÍ. 

Víkingur og KÍ spæla týskvøldið 8. oktober klokkan 19, og ikki sum fyrr lýst klokkan 17