Steen Rói: Kobe Bryant er millum teir bestu nakrantíð

– Kobe Bryant er fyri kurvabólt, tað sum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi eru fyri fótbólt, sigur Steen Rói Lorenzen

Mynd: (Sosialurin) Steen Rói Lorenzen í dysti fyri føroyska landsliðið á oyggjaleikunum

Mynd: (Sosialurin) Steen Rói Lorenzen í dysti fyri føroyska landsliðið á oyggjaleikunum

Heimskendi kurvabóltsspælarin doyði sunnudagin í eini tyrluvanlukku saman við átta øðrum. Kobe Bryant bleiv bara 41 ára gamal. Í grein í ÍtróttarSosialinum fortelur Steen Rói Lorenzen, føroyskur landsliðsspælari í kurvabólti, at Kobe Bryant er millum teir bestu nakrantíð.

Les grein í VikuskiftisSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár 

- Kobe Bryant er fyri  kurvabólt, tað sum Cristiano Ronaldo og Lionel Messi eru fyri fótbólt. Hann var ein spælari fyri seg. Hann var uttan iva imillum teir allar bestu spælarnir, ið kurvabólturin nakrantíð hevur sæð, sigur Steen Rói Lorenzen.

 ##med2##

Steen Rói Lorenzen hevur millum annað umboðað føroyska landsliðið í kurvabólti til oyggjaleikirnar farna summar. Hóast tað er langt frá NBA til føroyskan kurvabólt, so hevur Kobe Bryant eisini verið ein fyrimynd fyri Steen Róa og aðrar.

- Ja, tað var hann heilt sikkurt, og tað eri eg vísur í at hann var fyri allir kurvabóltsspælarar. Í sínum bestu árum var hann ikki til at steðga. Hann var greitt tann besti spælarin í sínari tíð, sigur Steen Rói Lorenzen.

##med3##

Kobe Bryant spældi alla sína yrkisleið við Los Angeles Lakers. Frá 1996 til 2016. Tað bleiv til fimm NBA-meistaraheiti, tvey OL-gull og heilar 17 ferðir kom hann á All-Star liðið.

Les greinina í Sosialinum á netinum við at trýsta HER

Mynd: (Sosialurin) Steen Rói Lorenzen í dysti fyri føroyska landsliðið á oyggjaleikunum

Michael Jordan og Kobe Bryant

Mynd: Kobe Bryant og dótturin, 13 ára gamla Gianna, sum eisini doyði í vanlukkuni