Stefan: Hetta er bara stuttligt (FM1)

(FM1) Hoyr Stefan Radosavljevic, ið bjargaði B36 í longdu leiktíðini við at javna til 2-2 seta orð á ótrúligu upplivingina á Tórsvølli í kvøld

Stefan Radosavljevic fegnast saman við liðfeløgunum um glæsuliga 7-6 sigurin á The New Saints FC

Stefan Radosavljevic fegnast saman við liðfeløgunum um glæsuliga 7-6 sigurin á The New Saints FC

##med2##

Tað vóru spældir næstan 122 minuttir á Tórsvølli í Europa League undankappingardystinum millum B36 og The New Saints úr Wales. Máltalvan vísti tað sama, ið hon gjørdi millum somu lið fyri fimm árum síðani, nevnliga 1-2 til TNS.

Men so bjargaði Stefan Radosavljevic B36 við at medda bóltin í málið til 2-2, og B36 fekk eina bjargingarlínu í formi av einari brotssparkskapping.

- Ja tað var stuttligt, sigur Stefan Radosavljevic næstan smæðin um sera týðandi málið hjá sær. 

- Tað er bara gott, at ein ikki gevur upp, slær Stefan fast.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sera týðandi 2-2 málinum hjá Stefani Radosavljevic

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic aftaná 7-6 sigurin á Tórsvølli í kvøld. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan - og bjargingarmannin - Róa Mørk Hentze. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg og Michal Przybylski 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði uppá tað seinasta brotssparkið hjá B36. 

Stefan Radosavljevic fegnast saman við liðfeløgunum um glæsuliga 7-6 sigurin á The New Saints FC

(Europa League søga: Samrøða við Stefan Radosavljevic)