Stefan hevur aftur skorað

U-21 landsliðið: Føroyar hava í fyrra hálvleiki verið omaná, og støðan er 1-0 til heimaliðið á Svangaskarði

Føroyska U-21 landsliðið hevur seinastu tíðina aftur og aftur víst, at tað smæðist ikki burtur.

3-1 heimasigurin ímóti Ísreal vakti ans, og eftir 2-1 heimatap ímóti Norðurmakedonia var tað um reppið, at Føroyar vunnu stig frá sponsku heimsstjørnunum, sum tó fóru úr Føroyum við 2-0 sigri.

Í kvøld eiga Føroyar heimavøll ímóti Montenegro. Fyrri hálvleikur er liðugur í góðveðrinum á Svangaskarði, og støðan er 1-0 til Føroyar.

Málið skoraði Stefan Radosavljevic í 29. minutti við sera snildum hælsparki, eftir álop í vinstru og innlegg frá Adrian Justinussen. Stefan Radosavljevic taldist eisini millum málskjúttarnar, tá ið Føroyar vunnu 3-1 ímóti Ísrael.

Føroyska liðið hevur verið leikliga omaná, og avrikið hevur verið eyðkent at stórum sjálvsáliti og skilagóðum avgerðum.

Gestirnir hava ikki verið so ofta í føroyska brotsteiginum, men einar tvær ferðir hevur tað tó verið vandamikið.

 

Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Pætur J. Petersen