Sterkt samband til Norra

Tað kemur meir enn so fyri, at norskur og føroyskur fótbóltur spælir saman

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson (t.v) og Gilli Rólantsson (t.h) spæla báðir í norskum fótbólti i dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson (t.v) og Gilli Rólantsson (t.h) spæla báðir í norskum fótbólti i dag

Sambandið millum føroyskan og norskan fótbólt hevur verið umskiftiligt. Fyrst í 90 unum spældi føroyska landsliðið tveir almennar venjingardystir moti Noreg, har vit í 1992 taptu 2-0 í Oslo, og síðani taptu vit heili 7-0 á Toftum í 1993. Undan hesum spældi føroyska landsliðið ein óalmennan venjingardyst í 1991, har vit taptu 3-1. Kurt Mørkøre skoraði føroyska málið.

##med2## 

Hann er ein av fleiri føroyskum spælarum, sum hava spælt í norskum fótbólti. Av øðrum kunnu nevnast Jóannes Jakobsen, Kári Reynheim, Julian Johnsson, Todi Jónsson, Hans Fróði Hansen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen og Rógvi Jacobsen.

 ##med3##

Vit hava eisini spælt móti norskari mótstøðu í Evropa. Her hevur Tromsø eina serliga søgu. Í 1995 tapti HB heili 10-0 í Tromsø í Intertoto Cup. Føroyskur fótbóltur fekk sína “hevn” í 2014, tá Víkingur sló Tromsø úr Europa League kappingini við samantaldum 2-1 sigri.

Hartil megnaði Víkingur at spæla 0-0 á útivølli móti Rosenborg árið eftir. Tá hevði norska stórfelagið eina 2-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Afturi í 2009 spældi NSÍ eisini móti Rosenborg, men tapti greitt samanlagt.

 ##med4##

Í løtuni eru fimm føroyingar í norskum fótbólti. Gilli Sørensen er í Brann Bergen og Meinhard E. Olsen er í Kristiansund. Í næstbestu deildini eru Ári Mohr Jónsson í Sandnes Ulf og Odmar Færø í HamKam, meðan Rógvi Baldvinsson er í Bryne í triðbestu deildini.

Eisini eru fimm norskir spælarar í bestu deildini í Føroyum. Tríggir av teimum spæla í KÍ. Teir eru Simen Sandmæl, Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten. Síðani spælir Peder Nersveen við NSÍ, meðan Andreas Breimyr spælir við HB.

 ##med5##

Dysturin millum Føroyar og Norra verður í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson (t.v) og Gilli Rólantsson (t.h) spæla báðir í norskum fótbólti i dag

Mynd: Kurt Mørkøre í dysti fyri Sogndal, har hann spældi um aldarskiftið

Mynd: (Dagbladet.no) Todi Jónsson var um reppi at vinna norska meistaraheitið við Start

Mynd: (Brann.no) Gilli Rólantsson spælir við Brann Bergen í Elituseriuni