Steypafinala: Kyndilsmenn so at siga fullbirgir

Anders Risdal hevur verið skaðafríur í mánaðar, men Jan Pauli Toft Johannesen venur seg enn við niðursettu sjónina

Anders Risdal stríddist við skaða fyrsta partin av kappingarárinum, men er nú fullbirgur aftur

Anders Risdal stríddist við skaða fyrsta partin av kappingarárinum, men er nú fullbirgur aftur

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

Tað er eitt Kyndilslið í bæði sálarligum og kropsligum bata, sum ger seg til reiðar at spæla steypafinalu leygardagin.

Høgni Klein, Kyndilsvenjari, sigur við Vikuskiftissosialin, at hann kennir eina hugburðsbroyting á liðnum. Og so kann hann eisini staðfesta, at hann eingi avboð hevur í hópinum.

Har hava verið skaðar at dragast við hetta kappingarárið. Um jólini argaði eitt brotið rivjabein altavgerandi málverjan, Tórð Guttesen, ið eisini var kosin dagsins leikari í steypafinaluni í fjør. Kyndilsmálverjin spældi við brotna rivjabeininum, sum kortini mátti gera sítt til, at eingin Tórður Guttesen var í landsliðshópinum í Luksemborg fyri einum mánaði síðani.

Hann er nú fullbirgur aftur, og hevur verið aftur í sínum avgerandi leikluti í Kyndilsmálinum - har hann hevur tveir avloysarar, um nú enn eitt óhapp skuldi hent.

Umframt Tórð Guttesen hevur fyrrverandi málverjin, Lars Larsen Black, staðið til reiðar at avloysa tá tað skal vera, og seinastu tíðina hevur enn ein málverji við landsliðsroyndum, Jan Pauli Toft Johannesen, økt um breiddina á málverjuplássunum.

Jan Pauli Toft Johannesen gjørdist ímyndin av steypafinalusigrinum hjá Kyndli á H71 í 2018, tá ið hann framdi eina rúgvu av avgerandi bjargingum.

Nakað eftir - í einum dysti ímóti H71 - varð málverjin raktur so dygst í andlitið av einum hørðum skoti, og tað gav mein.

Málverjin greiðir undan finalunum frá, at hann hevur mist nógv av sjónini - og hon kemur ikki aftur.

- Eg havi tað nokkso trupult í málinum í løtuni, so tað gongur nokk ein løta áðrenn man er á toppinum aftur, tekur kyndilsmálverjin til.

##med2##

Anders Risdal er eisini fullbirgur. Kyndil fekk sær láma bakkin úr Danmark í vón um, at hann skuldi hava leiklutin sum langskjútti, men fyrstu mánaðarnir tóktist spælið at vera óstøðugt hjároynda bakkinum.

Eftir at hann var ein av heilt avgerandi leikarunum í sigri á KÍF 12. oktober, greiddi Anders Risdal Ítrottarsosialinum frá, at hann hevði verið darvaður av ryggskaða alt kappingarárið.

Í hálvfinalusigrinum á VÍF tóktist einki at darva Anders Risdal, sum var flúgvandi við átta málum, og leikarin sigur við in.fo, at hesar seinastu mánaðarnar hevur hann megnað at vant við fullari ferð saman við liðfeløgunum.

- Tað hevur eisini gjørt, at samanspælið ímillum meg og liðfelagarnar er vorðið betri, so eg vænti og vóni at vit kunnu taka sigurin leygardagin, sigur Anders Risdal.

 Og so er ein av avgjørdu lyklaleikarunum frá áðurnevndu steypasigrum ímóti H71, Bartal Klein Olsen, komin heim at spæla steypakappingina við Kyndli.

Spælskiparin fór í summar niður at lesa og hevur spælt við ÍF Føroyum, sum mundi kenna sviðan, tá ið leikaraloyvið var flutt aftur til Kyndils nú tá ið  steypakappingin byrjar.

- Vit hava kanska oyðilagt kappingarárið hjá ÌF Føroyum, segi fegni liðfelagin, Tummas Pauli Hanusarson, í skemti eftir at Kyndil hevði spælt seg í hálvfinaluna við sigri á StÍF.

Høgni Klein sigur við Vikuskiftissosialin, at kappingarárið hjá Kyndli kanska er bjargað nú.

 

- Jú, tað er rætt, at vit halda kanska at kappingarárið er bjargað nú, men tað hevði verið so nógv betri við einum sigri, sigur Kyndilsvenjarin í blaðnum, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld.

Anders Risdal stríddist við skaða fyrsta partin av kappingarárinum, men er nú fullbirgur aftur

Eftir mein á sjónina hava brillurnar eyðkent Jan Paula Toft Johannesen í Kyndilsmálinum