Steypafinala: Landsliðsmálverji kann gera comeback

Enn ein Petersen-landsliðsmálverji kann vera við í finaluni leygardagin

Viviann Petersen bjargar skoti í sínum seinasta dysti: Triðju FM-finaluni ímóti Kyndli í fjør. Leygardagin kann hon gera comeback í steypafinaluni

Viviann Petersen bjargar skoti í sínum seinasta dysti: Triðju FM-finaluni ímóti Kyndli í fjør. Leygardagin kann hon gera comeback í steypafinaluni

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

Leygardagin bresta VÍF og H71 saman í ársins steypafinalu hjá kvinnum.

Seinast at landsliðið var savnað, til venjingardystirnar í Íslandi í november, vóru føroysku málverjarnir Fríða Petersen og Annika Fríðheim Petersen. Tær umboða ávikavist VÍF og H71, og byrja óivað á vøllinum í steypafinaluni leygardagin.

Fara vit eitt ár aftur, vóru málverjarnir á føroyska landsliðnum Raghnild á Heygum og Viviann Petersen. Báðar umboðaðu VÍF, men hava ikki spælt í ár vegna barnsburð.

Í finaluni leygardagin er møguleiki fyri at Viviann Petersen kann vera til reiðar at hjálpa til í VÍF-málinum. Tað váttar John Larsen, VÍF-venjari fyri in.fo.

##med2##

-Viviann hevur vant við í tríggjar vikur eftir at hon hevur verið í barsil. Men um hon verður við, fái eg ikki sagt enn, sigur venjarin

- Vit hava longu tveir framúr góðar málverjar, heldur venjarin fram, og sipar til Fríðu Petersen og Rebekku Joensen, sum hava vart VÍF-málið hetta kappingarárið.

John Larsen greiðir frá, at møguleikin er fyri, at hann fer at skriva tríggjar málverjar á dómaraseðilin, og tá verður Viviann Petersen við í hópinum.

Ímóti kappingarenda í landskappingini tykist lítil ivi vera um, at Viviann Petersen fer at fáa ein leiklut.

- Spælir hon ikki leygardagin, spælir hon næstu ferð, sigur John Larsen.

Viviann Petersen var ikki við, tá ið VÍF vann Faxe Kondi-kappingina í 2018. Tá spældi hon í íslendska Selfossi. Hon kom aftur til Føroya og VÍF áðrenn kappingarárið í fjør. Tá gjørdist tað til silvur í bæði steypa- og landskapping.

Í Vikuskiftissosialurin hesaferð verður prátað vil John Larsen, Einar Jónsson og Høgna Klein, sum allir eru í steypafinaluni í sínum fyrsta kappingarári sum høvuðsvenjari.

Viviann Petersen bjargar skoti í sínum seinasta dysti: Triðju FM-finaluni ímóti Kyndli í fjør. Leygardagin kann hon gera comeback í steypafinaluni

Viviann Petersen skundar sær inn á vøllin í undirtalsstøðu í triðju FM-finaluni ímóti Kyndli í 2019. Hetta er seinatu ferð, at føroyski landsliðsmálverjin spældi dyst