Steypafinala: Mjølnir er favorittur hjá monnum

Klaksvíkingar eru stórfavorittar í steypafinaluni hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin

Klaksvíkingar eru stórfavorittar í steypafinaluni hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi seinnapartin leygardagin. Klaksvíkingar eru greipuvinnarar frá í fjør, og stigatalvan í landskappingini leggur ikki upp til nakra broyting í so máta í ár, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi undan stóra steypavikuskiftinum, sum verður í morgin og sunnudagin.

Tað hevur gingið serstakliga væl í hond hjá Mjølnir hesi seinastu bæði kappingarárini. Søguliga hevur tað ikki gingið so væl, men felagið vann ta fyrstu steypafinaluna, sum varð spæld í 2000, og tvær í 2006 og í 2007, men annars hevur verið so eiðasørt heilt fram til í fjør, sjálvt um Mjølnir annars hevur verið í tíggju finalum tilsamans. Finalan í morgin er tann 11. hjá Mjølnir. Í fjør eydnaðist felagnum at skrúva eitt sterkt lið saman. Teir vunnu fyrst steypakappingina og síðan landskappingina.

Sørvingar eisini stinnir

Er tað nakar, sum skal kunna vinna á Mjølni, er tað kanska akkurát SÍ. Sørvingar hava verið í 15 finalum og hava vunnið sjey av teimum. Ta seinastu fyri tveimum árum síðan, tá teir eldru sørvingarnir spældu seg í finaluna, sum teir vunnu á fuglfirðingum. Sjálvt um stigatalvan í landskappingini sigur, at Mjølnir er langt fremst í landskappingini, so eru onnur viðurskifti, sum í morgin kunnu hava stóran týdning fyri akkurát handan dystin.

##med2## 

Mjølnir er eitt lutfalsliga óroynt í landsliðshøpi, men har eru tó tríggir leikarar, sum hála nógv upp í so máta. Thorvald Danielsen, sum hevur spælt 72 landsdystir, Trygvi Hansen, sum hevur spælt 34, og Steffan Rosenlund Olsen, sum hevur spælt 24. Dávið Hentze hevur eisini spælt tveir landsdystir.

Á hesum málistokkinum fevna sørvingar munandi breiðari, tí allir teir 14 spælararnir hjá SÍ hava spælt landsdystir. Jóan Petur á Stongum hevur spælt 73 dystir og flestar av øllum, sum fara á vøllin í morgin, og tann av sørvingunum, sum hevur spælt fæst, er Oskar í Haraldstovu Weihe, sum hevur spælt seks dystir. Tilsamans hava sørvingar spælt 417 landsdystir sínamillum og klaksvíkingar 132.

Spurningurin er so, um hetta er nokk. Ella um klaksvíkingar gera tað, sum er væntað av teimum, og vinna annan finalusigurin á rað. Tað fáa vit at síggja í morgin, skrivar Flogbóltssambandið.

##med3##