Steypafinala: Nakrir H71-arar framvegis ivasamir

Ungar H71-stjørnur eru í bata, men onkur leikari er sera ivasamur

Í H71 bíða tey eftir hvussu Pauli Mittún roynist til venjing í kvøld

Í H71 bíða tey eftir hvussu Pauli Mittún roynist til venjing í kvøld

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

 

H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

Tað eru tvey lið, sum hava drigist við sínar skaðar, sum bresta saman í steypafinaluni hjá monnum leygardagin.

Alt kappingarárið á tamb hevur verið ført fram, at stóra breiddin hevur givið H71 favorittleiklutin í hvørjum dysti.

Og tað hevur verið sjón fyri søgn, tí hóast skaðar hava ørkymlað,  so er H71 á fremsta plássi í landskappingini, og er nú í steypafinaluni.

Einar Jónsson, H71-venjari, sigur millum annað soleiðis við Vikuskiftissosialin:

- Vit hava verið illa darvaðir av skaðum og vit hava skula spælt ungar leikarar inn, so tað hevur onkuntíð verið nakað raggut.

- Hilmar Leon (Jakobsen, blm.) kom seint í gongd, Elias (Ellefsen á Skipagøtu, blm.) hevur ikki spælt nógvar dystir, Pauli (Mittún, blm.) hevur eisini verið skaddur.

- Hetta er ikki nøkur umbering, men tað hevur gjørt at vit hava spælt rættiliga óstøðugt, men hinvegin hava vit fína breidd, so tað hevur hjálpt okkum, sigur Einar Jónsson.

Har kann leggjast afturat, at toppskjúttin hjá H71 í ár, Peter Krogh, hevur so at siga ikki spælt álop í steypakappingini, og hevur eisini mist flestu venjingarnar, tí at hann fyri tíðina er á skúlabeinki í Danmark, sum partur av læruni hjá sær. Í verjuni hevur hann kortini verið fastur fúsur hjá H71.

Í álopinum eita avloysararnir millum annað Hilmar Leon Jakobsen, Pauli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu. Teir tríggir hava drigist við sínar skaðar.

Hilmar Leon Jakobsen spældi yvirhøvur ikki fyrr enn í Evropa Cup-dystunum ímóti Maribor í heyst, og síðani ḿátti bakkurin brynja seg við toli, áðrenn hann er sloppin at leggja fulla megi í dystirnar. Tað hevur hann gjørt nú eftir jól, og var millum annað á landsliðnum aftur fyri fyrstu ferð í tvey ár herfyri.

Pauli Mittún hevur ein aksla- ella armskaða, ið ger at ungi bakkurin, sum er tann leikarin av U17-gullvinnarunum í summar, sum hevur skotið flest mál í føroyskum hondbólti í ár  hevur ikki spælt seinastu dystirnar. Tá ið in.fo fær orðið á Einar Jónsson er hann framvegis í bíðistøðu. - Vit mugu bíða og vita hvussu tað verður við Paula til venjingina í kvøld, sigur venjarin.

Í kvøld sigur venjarin, at enn er einki svar komið upp á unga bakkin, sum hevur skotið 44 mál fyri H71 í ár. Tað verða neyvan fleiri leygardagin, men Pauli Mittún kann framvegis loysa uppgávur í verjuni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið óheppin við fleiri skaðum í sínum fyrsta kappingarárið. Longu í øðrum landskappingardystinum brotnaði nøsin, síðani gjørdist hann sjúkur og síðani hevur hann stríðst við einum skaða í skotøkslini.

Í samband við sáttmálan hjá sær við svenska stórfelagið, IK Sãvehof, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við Ítrottarsosialin, at økslin var um at vera í lagið, og tað var eisini sjón fyri søgn í seinnu hálvfinaluni ímóti Neistanum, tá ið 17 ára gamli spælskiparin spældi fleiri minuttir enn leingi, og royndi skotarmin av í fleiri førum - við fýra málum at sýna fyri royndirnar.

- Tað snýr seg um, hvussu leikarin sjálvur kennir økslina, sigur Einar Jónsson venjari, tá ið hann verður spurdur hvussu Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyri.

Í H71 bíða tey eftir hvussu Pauli Mittún roynist til venjing í kvøld