Steypafinala: Venjarar banka undir borðið - Eingi avboð

Bæði VÍF og H71 eru fullmannað til steypafinaluna leygardagin

Marita Mortensen roynir at skjóta upp um Lív Ingdórsdóttir, sum er til reiðar, eftir at hon var ivasom til hálvfinalurnar

Marita Mortensen roynir at skjóta upp um Lív Ingdórsdóttir, sum er til reiðar, eftir at hon var ivasom til hálvfinalurnar

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

Tað tykjast at vera tvey lið í toppformi sum bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum leygardagin klokkan 13.30.

Venjararnir hjá liðnum báðum eru á einum máli um, at hóparnir hjá sær venja og stríðast sera væl í løtuni, og teir geva sær stundir at rósa leikarum sínum fyri hetta í samrøðu við Vikuskiftissosialin.

Og har eru eingin avboð yvirhøvur, siga venjararnir við in.fo.

Avboðini hava heldur verið fyrr í kappingarárinum, har VÍF sjálvandi framvegis skal standa seg uttan Liljuna Müller, sum er við barn. Við kappingarbyrjan tóktist VÍF-hópurin eisini sera ivasamur, har upp í sjey leikarar vantaðu í, í mun til hópin, sum spældi FM-finalur í vár.

Hinvegin kann Viviann Petersen spæla kappingarársins fyrsta dyst, eftir barnsburð.

Frá in.fo

VÍF uttan stórskjútta restina av kappingarárinum

Steypafinalan: Landsliðsmálverji kann gera comeback

Sum tað ikki var nóg mikið við avboðunum áðrenn kappingina, stríddist lyklaleikarin, Durita C. Jojic, eisini við skaða fyrsta partin av kappingarárinum. Verjuskansin og stórskjúttin tykist nú at vera fult før aftur, og hon skoraði eitt nú eisini níggju mál ímóti Kyndli í seinnu hálvfinaluni.

Eisini hjá H71 leggjast leikarar heldur afturat enn at nakað avboð verður givið.

Einar Jónsson, H71-venjari, fegnast um, at leikarar sum Tórhalla Thorsteinsson, Vár H. Thomsen og Guðrið á Borg eru aftur í hópinum, eftir at tær hava havt steðgir, og at ein leikari sum Lív Zachariassen er komin inn í byrjanaruppstillingina í seinastuni.

Tá ið vit spyrja Einar Jónsson um hann hevur nøkur ivamál í hópinum er hann skjótar at svara, at allar eru fult til reiðar - og so skundar venjarin sær niður av stólinum og bankar tríggjar ferðir í hallargólvið. Framvegis kunnu vanlukkur henda áðrenn leygardagin klokkan 13.30

 

 

Marita Mortensen roynir at skjóta upp um Lív Ingdórsdóttir, sum er til reiðar, eftir at hon var ivasom til hálvfinalurnar