Steypafinalan er stóri møguleikin hjá AC Horsens (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AC Horsens, Hallur Hansson í "Fótbóltspanelinum" seinnapartin í dag

##med2##

Tað eru spennandi dagar fyri framman hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens. 

Avgerandi dystir í donsku superliguni skulu avgreiðast í næstum, og hóast teir í AC Horsens ikki kundu leika nakrar venjingardystir áðrenn kappingin fór í gongd aftur aftaná Korona-niðurleggingina av superliguni, so megnaðu teir at koppa oddaliðnum, FC Midtjylland á útivølli í undanfarna umfari.

Í komandi viku skal AC Horsens leika hálvfinalu móti SønderjyskE. Um tað eydnast at knógva suðurjútlendingum í hálvfinaluni vinnur liðið seg í steypafinaluna, ið verður leikt 1. juli. 

Ein vunnin steypafinala hevði givið AC Horsens møguleikan at roynt seg í Europa League, men Hallur Hansson minnir á, at fyri nøkrum árum síðani vann Silkeborg seg í donsku steypafinaluna, men flutti niður sama kappingarár, og tí mugu teir í AC Horsens ansa væl eftir ikki at detta millum tveir stólar. 

Hallur Hansson var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin. Til ber at hoyra samrøðuna á ljóðfíluni omanfyri. 

 

 

(Samrøða: Hallur Hansson)