Steypafinalur: Tveir sigrar til Klaksvíkar

Mjølnir hevur vunnið tvær tær fyrstu steypafinalurnar í dag

Fyrsta finalan gjørdist ein spennand trý-settari millum Gentur 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1.

G12: Mjølnir – Dráttur, 2 – 1 (25-16, 21-25 og 15-6)

Bestu spælararnir vóru:

Elisabet Norðoya Vilhelmsen, Mjølnir

Elisabet Nattestad, Dráttur

Mynd omanfyri: Mjølnir

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari. 

Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.

B71 var í dag í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti, men hóast tær vóru á odda eitt skifti í 2. setti, so megnaðu tær ikki at vinna sett í dag, men taptu 2-0 móti Mjølni. 

G14 b: Mjølnir – B 71, 2 – 0 (25-18 og 25 - 19)

Bestu spælararnir vóru:

Maria Teresa Vitalis, Mjølnir

Elsi Blástein, B 71

##med2##

Mynd: Mjølnir

Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Rebekka Eysturskarð, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.

Fremst frá vinstru: Lisa T. Venned, Eva Kallsberg Jacobsen, Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.