Steypaflogbóltur á FM1 frá klokkan 12 leygardagin

Óli G. Samuelsen sigur frá steypafinalunum hjá kvinnum og monnum í flogbólti, ið báðar verða millum Mjølnir og SÍ

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum steypafinalunum millum Mjølnir og SÍ á FM1 leygardagin

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum steypafinalunum millum Mjølnir og SÍ á FM1 leygardagin

Stórur flogbóltsdagur verður á FM1 í morgin, leygardagin.

Klokkan 12 til 12.45 verður sendingin Flogbóltspanelið frá fríggjadegnum endursend.

Tá klokkan nærkast 13 verður sent beinleiðis úr høllini á Hálsi í Havn.

Klokkan 13.30 verður steypafinalan hjá kvinnum, og klokkan 16 verður steypafinalan hjá monnum. Mjølnir og SÍ eru liðini í báðum finalunum.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum steypafinalunum á FM1.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir á FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum steypafinalunum millum Mjølnir og SÍ á FM1 leygardagin