Steypavinnari møguliga til Danmarkar

Ari Mohr Olsen er sloppin á skúla í Danmark

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ari M. Olsen spældi frá byrjan í steypafinaluni móti Víkingi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ari M. Olsen spældi frá byrjan í steypafinaluni móti Víkingi

Ari Mohr Olsen var ein fegin spælari leygarkvøldið, tá hann og HB vunnu kappingina um Løgmanssteypið. Tó er ivasamt um áleyparin av Sandoynni heldur fram í HB komandi kappingarár.

- Nú ganga øll og siga, at eg fari í skúla í Danmark. Eg eri sloppin inn á skúla, sum byrjar í feburar komandi ár. Tað er støðan beint nú, segði Ari Mohr Olsen eftir steypasigurin við FM1.

Eftir at hava spælt við U18-liðnum hjá HB í 2014 og 2015, skifti Ari M. Olsen til HB í 2016. Síðani hevur hann verið ein fastur partur av besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur lagt afturat sínum spæli fyri hvørt ár. Í ár hevur hann skotið 13 mál í landskappingini og steypakappingini. Tað eru fýra fleiri enn í fjør.

HB skal í kvøld spæla sín dyst í 23. umfari, sum verður á Eiði móti EB/Streymi. Á Skála tekur Skála móti hinum steypafinalistunum, Víkingi. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Ari M. Olsen spældi frá byrjan í steypafinaluni móti Víkingi