StÍF buldrar víðari

StÍF vann greiðan sigur í kvøld - Kyndil sleppur ikki úr kreppuni

Sveinur Justinussen hjálpti við fimm málum til at StÍF fekk enn ein sigur í Okkaradeildin

Sveinur Justinussen hjálpti við fimm málum til at StÍF fekk enn ein sigur í Okkaradeildin

Okkaradeildin: StÍF - Kyndil 32-28

Hoyr hvat StÍF- og Kyndilsleikarar søgdu eftir dystin við at trýsta HER

Les eisini: Kyndil hevur skund - StÍF skal reisa seg aftur

StÍF fekk enn ein sigur í kvøld, tá ið strandingar vunnu 32-28 á Kyndli í Havn.

Sigurin kom á sama hátt sum teir fýra undanfarnu í Okkaradeildini í ár. Við góðari verju og skjótum mótálopum hevði StÍF leiðsluna frá fyrstu løtu ímóti Kyndli.

Tað var merkisvert at Kyndil var uttan nýggja høgra bakkin, Anders Risdal, sum stríðist við skaða og at Stíf var uttan bakkin, Pætur Johansen, ið er uttanlands.

Tað var StÍF, ið hevði betri eydnu við at loysa sín umráðandi bakk av. serliga Bjarni í Selvindi fekk nógva tíð á vinstra bakki, samstundis sum Sveinur Justinussen og Jóannes Prestá fingu færri steðgir enn annars. Lykilin var sum altíð í skjótálopinum, har vongarnir, Pætur Barclay og Jógvan G. Joensen, saman við strikuleikaranum Ivan Mrdalo, spelaðu fram til fríar møguleikar ferð eftir ferð. Serliga hepnaðist tað væl at finna unga strikuleikaran, Ivan Mrdalo, ið revsaði Kyndil eirindaleyst í allarflestu førum.

StÍF varðveitti munin millum tvey og fýra mál, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði. StÍF økti upp í eini seks mál og tað var ikki fyrr enn við dystarenda, at Kyndil minkaði niður aftur í tey fýra málini í gjørdust endaligi munurin við úrslitinum 32-28.

Hjalti Mohr Jacobsen og Tummas Pauli Hanusarson skutu hvør síni átta mál fyri Kyndil, meðan Jóannes A. Prestá og Ivan Mrdalo skutu hvør síni seks mál fyri StÍF. Málini vóru eisini heldur javnari býtt hjá StÍF har elsti leikarin, Sveinur Justinussen, og yngsti leikarin, Bjarni í Selvindi, skutu hvør síni fimm mál. Ávikavist eitt og tvey mál eftir brotskast.

Sostatt staðfestir StÍF seg enn einaferð í ovara endanum av Okkaradeildini, meðan Kyndil er komið í kreppu á næstniðasta plássi. Kyndilsmenn hava bert vunnið tveir dystir. Ímóti Team Klaksvík og KÍF.

Støðan í Okkaradeildini er nú hendan:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3KÍF7201178239
4VÍF7194183118
5Neistin718217486
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík7151231-800

 

 

 

Sveinur Justinussen hjálpti við fimm málum til at StÍF fekk enn ein sigur í Okkaradeildin