StÍF lættliga upp á annað pláss

Team Klaksvík megnaði at halda fast í 13 minuttir, áðrenn StÍF rann botnliðið um koll

StÍF kundi taka tað heilt róligt í time-outum í kvøld

StÍF kundi taka tað heilt róligt í time-outum í kvøld

Okkaradeildin: StÍF - Team Klaksvík 32-21 (18-10)

StÍF var risastórur favorittur tá ið Team Klaksvík kom á vitjan í kvøld.

Sí eisini:

Klaksvíkingar bjóða av á Skála

Team Klaksvík megnaði at fylgja við fyrstu 13 minuttirnar, men so gjørdist ferðin ov høg og StÍF økti úr 7-5 til 15-8 tá ið einir 20 minuttir vóru farnir..

Tá fór ymiskt at órógva dystin.

StÍF skifti Dávid Danielsen inn, men tá gjørdi dómaraborðið vart við, at leikarin ikki var skrivaður á dómaraseðilin, og Dávid Danielsen slapp ikki at spæla longur.

Lítla løtu seinni hevði Sveinur Justinussen fingið blóð á troyggjuna hjá sær, og mátti skifta. Í skiftirúminum kundi hann heilsa upp á Steffan Kalsø, sum misti aðru kontaktlinsuna í hornatøkum við StÍF-verjuna.

Allir komu væl fyri seg, og dystarmyndin broyttist einki.

Strandingar runnu klaksvíkingar um koll, og tað skuldu eisini ganga fleiri enn tíggju minuttir áðrenn Team Klaksvík fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki. Tá minkaði Sámal á Tjaldrafløtti um munin til 24-11.

StÍF skifti nógv út, og fleiri av berandi leikarunum fingu steðgir, samstundis sum áskoðarafjøldin á Skála kundi fagna innskiftu leikarunum, ið vanliga spæla heldur minni. Serliga Sverri Jensen fekk eina góða móttøku, tá ið hann kom á vøllin, og størsti fagnaðurin í høllini mundi vera, tá ið Eli Hansen skoraði til 31-18 eftir einum 24 minuttum og Jákup Mortensen bjargaði brotskast løtuna eftir – eftir at Eli Hansen hevði fingið útvísing.

Hóast útskiftingar hildu skjótálopini fram við at skola ímóti klaksvíksverjuni, og tá ið dysturin var av, lýsti máltalvan 32–21 til StÍF, ið klatrar upp á næstfremsta plássið í Okkaradeildini - tó við einum dysti fleiri enn VÍF, ið er eittans stig aftanfyri.

Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir

StÍF – Team Klaksvík 32-21
Okkaradeildin: 20/11/2019
Málskjúttar StÍF
Jóannes Prestá7
Ivan Mrdalo6
Jógvan G. Joensen4
Sveinur Justinussen3
Steinar A. Prestá3
Djóni J. Petersen3
Bjarni í Selvindi2
Tummas Simonsen2
Sverri Jensen1
Eli Hansen1
Málskjúttar Team Klaksvíks
Sámal á Tjaldrafløtti8
Jens Pauli Mohr5
Vilhelm Vilhelmsen3
Sakaris Ludvík Súnason3
Jan Eli Ragnarsson1
Beinir Johannesen1

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7182411915014
2StÍF10285276913
3VÍF92632402312
4Neistin92432222110
5KÍF9251240119
6Kyndil8208226-184
7Team Klaksvík9200296-960

 

 

StÍF kundi taka tað heilt róligt í time-outum í kvøld