StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað

Framúr kappingarbyrjanin hjá StÍF verður argað av uttanlandsferð hjá lyklaleikara

Pætur Johansen spælir ikki fyri StÍF fyrr enn um ein mánað

Pætur Johansen spælir ikki fyri StÍF fyrr enn um ein mánað

StÍF liggur á næstfremsta plássi í Okkarakappingini, ið nú er farin inn í annan triðingin.

Í gjár vunnu strandingar á kyndilsmonnum, hóast StÍF var Pætur Johansen, ið hevur skotið fleiri enn seks mál í miðal teir fyrstu sjey dystirnar.

Les eisini: StÍF buldrar víðari

Pætur Johansen er farin at ferðast og hann sigur stutt við in.fo, at hann væntar at verða aftur í Føroyum og í høllini 4. desember.

Sostatt verður kviki bakkurin - umframt dystin ímóti Kyndli í gjárkvøldið - ikki við til dystirnar ímóti Neistanum í Havn 17. november og Team Klaksvík á Skála 20. november.

StÍF kann vænta fjøltáttaðu evnini hjá Pæturi Johansen aftur til dystin ímóti H71 8. desember.

22 ára gamli Pætur Johansen var greiður toppskjútti hjá StÍF við 43 málum í sjey dystum áðrenn hann fór á ferðina. Eftir dystin í gjárkvøldið nærkaðust Sveinur Justinussen og Ivan Mrdalo á innanhýsis toppskjúttalistanum. Teir hava skotið 34 mál í part.

StÍF liggu á næstfremsta plássi í Okkaradeildini. Stigatalvan sær soleiðis út í løtuni (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3KÍF7201178239
4VÍF7194183118
5Neistin718217486
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík7151231-800

 

 

Pætur Johansen spælir ikki fyri StÍF fyrr enn um ein mánað