StÍF-VÍF 31-31 (Okkara): Hoyr dystarendan og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr spennandi dystarendan StÍF-VÍF 31-31, og hoyr toppskjúttarnar, Ivan Mrdalo hjá StÍF og Filip Jojic hjá VÍF iðra seg um, at teir ikki vunnu dystin

Filip Jojic skoraði ikki færri enn 17 mál fyri VÍF í kvøld (Savnsmynd)

Filip Jojic skoraði ikki færri enn 17 mál fyri VÍF í kvøld (Savnsmynd)

##med2##

Tað var framúr gott undirhald í høllini á Skála, og tað var gott útvarp á FM1 tá StÍF og VÍF spældu javnleik 31-31 í einum dysti í Okkaradeildini í høllini á Skála. VÍF var rættiliga greitt á odda 20-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki át StÍF upp leiðsluna hjá VÍF, og seinastu løtuna leikaði javnt á.

Stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic var ordiliga í essinum í kvøld, og hann bankaði ikki færri enn 17 bóltar í málið hjá StÍF. Bert 18 ára gamli, Ivan Mrdalo hjá StÍF gjørdi tað framúr og skoraði átta mál.

StÍF-VÍF 31-31 (15-20)

StÍF: Ivan Mrdalo 8, Pætur Johansen 6, Jóannes Prestá 5, Bjarni í Selvindi 3, Tummas Simonsen 3, Sveinur Justinussen 2, David Danielsen 2 og Mads Lindekvist 2.

VÍF: Filip Jojic 17, Sjúrður Olsen 6, Hallur Arason 4, Andrias Eriksen 2, Johan í Garðastovu 1 og Rúni Fossdal 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá spennandi dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 18 ára gamla toppskjúttan hjá StÍF í kvøld, Ivan Mrdalo sum er fegin um avrikið í seinna hálvleiki, men iðrar seg um, at StÍF ikki fór við sigrinum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Filip Jojic hjá VÍF, ið skoraði meir enn helvtina av málunum hjá VÍF, heili 17. Eisini Filip iðrar seg um, at VÍF ikki tók sigurin heim. Filip er lítillátin um fantastiska avrikið hjá sær, og heldur fyri, at tað verður ikki á hvørjum degi, at hann skorar 17 mál. 

Filip Jojic skoraði ikki færri enn 17 mál fyri VÍF í kvøld (Savnsmynd)

(Samrøður: Ivan Mrdalo og Filip Jojic)